Fyrstu partarnir av bókini eru lívssøga, familjusøga og háskúlasøga. Síðani verður sagt frá øllum tí, sum hann granskaði, skrivaði og var virkin í og frá teimum avrikum, sum liggja eftir hann. Bókin byggir nógv á Rasmusar egnu frásagnir í dagbókum, greinum, notatbókum og brøvum. Rasmus hevði ein virknan penn, bæði tá ráddi um útgávu og eisini tá hann til sín sjálvs skrivaði um hendingar og tankar í dagliga lívinum.