Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð. Hann kom á Føroya Løgting 1928 og stríddist sín tretivuárabardaga líka til 1958.