Kristian Djurhuus var løgmaður og landsstýrismaður fyri sambandsflokkin 1948-1962 og 1966-1970. Til samans 18 ár - tað mesta nakar hevur verið í landsstýrinum.
Henda bókin sýnir, eins og tann fyrra Kristian Djurhuus, at tað vóru ikki teir stóru, sveimandi dreymarnir, ið stýrdu hansara virki. Hann veipaði ikki so nógv við ideologiskum ørmun; fleyg ikki so høgt á retoriskum veingjum. Hansara gerningur tók støði í gerandislívinum og gerandisdegnum hjá vanligum fólki. Tað var hetta - veruleikin - sum skuldi broytast og bøtast so við og við. Um slíkar politikarar hoyrast ikki so nógv í søgum og talum. Men kanska vóru tað teir, sum gjørdu størstan mun - í veruleikanum.