John Steinbeck lýsir í hesari skaldsøgu meksikanskar sonevndar „paisanos“ – bóndaflókar –, sum als ikki liva av landbúnaði. Teir liva frá hondini í munnin. Gera ikki Dáva nyttu um dagarnar, taka sær av løttum í sólini, eta tað, ið rekst fyri kjaftin og drekka alt, teir fáa hendur á.