Her eru søgur um kærleika, um menniskju, sum hóra undan trongum korum – og eisini um tey, sum mugu lúta. Barnið, ið ikki skilir vaksnamannaheimin, andsagnir millum upprunafólk og niðursetufólk. Útlegd og heimferð.Framtíðarstuttsøgur, skemtisøgur og halgisøgur. Meira millum himmal og jørð, enn tað, sum vanligu sansirnir fáa greiðu á. Summar av søgunum eru eftir kendar rithøvundar, aðrar ókendar. Men felags fyri tær er, at tær geva lesaranum okkurt at hugsa um.