Á smølum Andalusiskum gøtum
(Bók)
Durita Holm
Eftir at hava siglt jørðina runt í trý ár, var tíðin komin til at kanna fjøllini og eina fremmanda mentan nærri. Durita, Erik og lítla Freyja keyptu eini gomul, hvítkálkaði hús í lítlari fjallabygd undir teimum yvir 3000 metrar høgu Sierra Nevada tindunum í Suðurspania.
Í bókini fortelur Durita um lívið í bygdini, um fólkini, teirra søgu, sermerki og náttúru. Um upplivilsini sum standast av at liva millum fólk við eini heilt øðrvísi mentan. Her verður greitt frá spanskari mentan á nógvum ymiskum stigum, sigoynarum, flamenco, spanskari mansligheit og borgarakríggi. Í bókini eru eisini fleiri stuttligar samanberingar við føroyskt bygdarlív og mentan.
Sjálvt møti millum ymiskar mentanir hevur týðiliga hennara stóra áhuga og í tí høpi er Andalusia øðrvísi enn onnur lond í Evropa, í 800 ár var hálvoyggin meira ella minni muslimsk, og her verður greitt frá mentanini hjá maurarunum, sum var ein blómandi fyrimynd fyri restina av Evropa, til tey kristnu, eggjað av tankanum um heilagt kríggj, endurhertóku hálvoynna í 1492.