“Úr flogfarinum er býurin einans stjørnugrús, ið hýsir svøvnleysum mannasamfelag. Kanska ein stuttan ófriðarligan blund, síðan er býurin aftur á fótum. Reglubundnar rørslur – aftur og aftur – sjálvvirkandi ljóð og undirstreymar av hugmyndum og kenslum gjøgnum fólkahavið. Blunda – og tú sært framvegis múrarnar og bygningarnar. Halt fyri oyruni – og tú hoyrir framvegis gníst, ýl og murr býarins. Tað slepst ikki undan. Býurin er í blóðinum. Túsund gøtur, sum tú ongantíð fert at kenna. Túsund andlit, sum tú ongantíð fert at síggja. Túsund heim, sum tú ongantíð fert at vitja. Og tó ert tú metropolis klødd í hold”