Fyrsta dagin Jenny Brox er til arbeiðis á kriminaldeildini verður hon send til Møre og Romsdal at hjálpa løgregluni har. Ein stjóri í Eidsvåg kommunu er funnin deyður, og tá ið løgreglan skal bera bróðrinum boðini – hann er einkjumaður og býr á gamla, avsíðis garðinum Tverrmoen – gloppa teir dyrnar inn til eina rættiliga marru.