Aftan á ein av vánaligastu døgunum í skúlanum finnur Stina eina løgna glaskúlu í kirkjugarðinum við einari toydukku í. Kúlan veksur til eina risastóra bløðru, nóg stór til at hon kann sleppa inn og út úr henni. Í kúluni er lykilin til frælsi, henni hevur longst so eftir. Og hon flýgur! Endiliga kann hon melda seg út úr øllum! Onki leggja í hini og vera fullkomiliga í frið. Bara hon og tann ótespiliga toydukkan.
Siri Pettersen skrivaði, og Jákup Sørensen týddi úr norskum.
Bókin er heft, 280 síður og til tey umleið 12-13 ára gomlu.