Sanna Apol (f. Reinert) úr Norðradali flutti í 1920 nýgift til Hollands saman við hollendska manni sínum. Sanna fall ongantíð til í Hollandi, men kendi seg fjøtraða í leiklutinum sum „fjallafólk á flatlendi”.Í dagbók síni skrivar hon um sítt tvílyndi , sum í stóran mun snýr seg um stríðið millum náttúru og mentan bæði á persónligum og samfelagsligum stigi.Í hesi bókini fæst sjáldsamt innlit í tankar og gerandislív hjá føroyskari kvinnu fyri útvið hundrað árum síðani.