Tann kendasta av bókum Kochs man vera kjakframløgan Hvat er demokrati, sum í sínum essayformi setur spurnartekn við m.a. rættarsamfelagið og ta nógv brúktu atkvøðugreiðsluna.
Í einum fólkaræði er tað sambært Koch ikki skilabest, tá ið ein er noyddur at atkvøða um málini.
Harvið hevur ein í roynd og veru prógvað, at fólkaræðið ikki virkar, sum tað átti, heldur Koch. Tað er samrøðan, ið skal vera miðdepilin.
Eilif Samuelsen hevur týtt.