Lívsins dansur er vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Tekstliga verður hugleitt um tað viðbrekna, følna og deyðiliga, um kærleika, ljós og frið, og hvussu dýrabart og vakurt lívið kann vera og er. Harumframt eru tekstir tiknir við, ið meiri beinleiðis bera á trúarbógvin og slíkt, sum hevur við trúgv og trúarlív at gera.
Teknari: Sámal Toftanes
Tonleikari: Niclas Johannesen