Árliga fótbóltsbókin hjá Miðlahúsinum er fyri stuttu útkomin. »Føroyskur fótbóltur 2019« er 224 síður til støddar, og bókin tekur saman um fótbóltsárið 2019.
Í bókini ber til at lesa alt um Betri-deildina hjá monnum, mett verður um avrikini hjá øllum liðunum, og skrivar verður um profilar og stjørnuskot á liðunum. Betri-deildin hjá kvinnum verður eisini umrødd, og avrikið hjá meistaraliðnum greinað. Í bókini kanst tú eisini lesa um øll landsliðini hjá FSF, um europeisku dystirnar hjá feløgunum, um útisetar, um steypakappingarnar hjá monnum og kvinnum, og myndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum.
(Jonhard Hammer um bókina "Føroyskur Fótbóltur 2019")