Fotomyndir: Olav Schneider. Tekningar: Olivur við Neyst Bókin er um børn, sum hava linan kropp, orka illa og eru óstortslig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli. Í bókini verður nomið við tey og gerandisdag teirra við tí kropsligu menningini í huga. Umrøtt verður, hvussu heilsuverk, skúli, dagstovnar og foreldur kunnu lofta teimum í felag og greiða teimum leiðina fram í lívið. Bókin er ætlað øllum, sum starvast við at menna børnini, ansa teimum og stuðla.