Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins sjónarhorni: hvat síggja barnaeygu, hvussu taka tey lut í hesum serliga universi, og hvat gera tey saman við teimum vaksnu. Aftast er samandráttur á donskum og enskum.