Far frá norðasta kletti í Føroyum og til syðsta, far úr eystri í vestur. Allar Føroyar eru í vápnaðum stríði. Tak mótleikaran hjá tær á bóli við einum óvæntaðum álópi. Skapa samgongur og vinabond, men ver til reiðar at slíta hesi, áðrenn mótparturin ger tað.
Hetta er Hildarting - borðspælið, har vinnurin tekur alt, tí bara ein kann gerast sigursharri og hava ræðið á øllum Føroyum.