Nú hava tey bygt ta størstu sleingibyrsuna nakrantíð við selunum hjá abba Killer.
Tey mugu grøða Vampýrrósuna fyri ta allarringastu sjúkuna. Tey fýra gerast sumoglímarar og finna ein deyðan mann í Illaskógi. Harafturat prógvar harkaliðið, hvat veruligt vinalag er, og tað førir tey út, har eingin grynnir.
Arne Svingen skrivaði, Ida Larmo myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum.
Bókin er innbundin, 142 síður og til tey umleið 7-11 ára gomlu.