Henda søgan fer fram í Havn um aldamótið og er um kærleika av ymiskum slag: bæði millum gentu og drong, millum tilkomið fólk og millum móður og barn. Men eisini um hin dreymakenda longsulin hjá einum móðurleysum alva eftir horvnu mammu síni – og um droymandl tráan menniskjans eftir ævinleikanum.