Partafelagið Fiskaaling varð stovnað í 1970, tí privatur kapitalur ikki orkaði at fullføra tær fyrstu aliroyndirnar. Í neyvum samstarvi við útlendskar alarar megnaðu teir fyrstu føroysku alioddvitarnir síðani at fáa lønsemi í alingina. Tað gekk tó long tíð til føroyingar lærdu seg at ala innan fyri teir karmar, sum náttúran setir. Felagið Fiskaaling hevði ein týðandi leiklut í, at hetta læt seg gera.