Íslendingasøgan og við henni allur tann íslendski miðaldarskaldskapurin blómaði við Gísla søgu Súrssonar. Søgan er um syndarligu lagnuna hjá Gísla, sum verður tvingaður at taka lívið av einum mági til tess at hevna ein annan mág. Hann verður útlagin og verður eltur sum dýr í trettan ár, áðrenn hann at enda verður feldur í øgiligum bardaga.
Søgan er helst skrivað í trettandu øld og lýsir tilburðir, ið fóru fram ímillum 940 og 980. GÍSLA SØGA savnar seg um bardagan í manninum sjálvum. Sum lagnan rekist upp, berjist Gísli meira og meira við truplar, nívandi kenslur, kærleika og hatur, sum m.a. vísa seg fyri honum í drepandi dreymum. Søgan víkur frá vanligum ættarsøgum, tí rekmátturin er hevndin, ið klývur ættina í tvey heldur enn at styrkja ættarbondini.
Spenningurin er øgiligur á øllum stigum í søguni, og undir øllum hoyrist teskið frá Guðruni Gjúkadóttir um elligomlu blóðhevndina.