Kom við Stuttsøgum úr øllum heraðshornum á eina fjølbroytta ferð
kring allan heim. Her eru søgur um kærleika, um menniskju, sum hóra undan
trongum korum – og eisini um tey, sum mugu lúta. Barnið, ið ikki skilir
vaksnamannaheimin, andsagnir millum upprunafólk og niðursetufólk. Útlegd og
heimferð. Framtíðarstuttsøgur, skemtisøgur og halgisøgur. Meira millum himmal
og jørð, enn tað, sum vanligu sansirnir fáa greiðu á.
Summar av søgunum eru eftir kendar rithøvundar, aðrar ókendar. Men felags
fyri tær er, at tær geva lesaranum okkurt at hugsa um. Hvar er menniskjan stødd
í sínum viðurskiftum við onnur menniskju, lagnuna, Gud, náttúruna – og seg
sjálva.
Fremmandar, ókendar mentanir lata seg upp úr 40 sera ymiskum sjónarhornum.