Har eru nógv fólk og nógv samskifti. Missiónin er at boða Guds náði orð út í menniskjastreymin sum er har.
Hendan bók er so eitt minni úrval av teimum fyrstu, sokallaðu “statusum” sum eg havi lagt út á facebook.
Eg havi lagt dent á einfaldni og í høvusheitunum at taka praktisku merkingina úr samanhangum í bíbliuni, sum flest øll kunnu skilja, heldur enn djúpa greining av bíbliunar teksti.
Málsliga havi eg eisini lagt meg eftir at brúka daglidags mál.
Endamáli við bókini er at innara menniskja, kann finna troyst og blíva uppbygt.