NORNAN SPINNUR er felagsheiti á hesum trimum bókunum: "Ein táttur er silvur", "Ein annar er gull" og "Fáur fær tráðin heilt slættan".
Ein syrgiligur tilburður setur gongd á tríbindaverkið.Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.