Jóannis Kristiansen 1918–1988
Hetta epos er vorðið til, meðan vit hava arbeitt við høvuðsbókini um morbróður mín Jóannis Kristiansen, ið sum ungur valdi at leita burtur frá teim gøtum, sum ætt eftir ætt av forfedrum hansara hevði traðkað.
Í staðin fyri at fara í bát saman við faðir sínum og leita út á hav at royna fiskieydnu ella at fara í bø ella haga við haka í hond dámdi honum at sita við bók og lesa, tekna og mála og kunna seg um ein alheim, har alt var øðrvísi enn í heimbygdini. Jóannis fór sum 17 ára gamal út í stóru verð at kunna seg um málningalistina.
– Petur Martin Petersen