Hetta er fimta bókin í røðini við lestrum sum Jógvan Fríðriksson hevur skrivað á VP. Jógvan Fríðriksson er ein av trúgvu veitarunum av tilfari til VP, og hevur verið tað uttan íhald og nærum síðani Vágaportalurin sá dagsins ljós. Sjálvur sigur Jógvan Fríðriksson í formælinum, at tað hevur verið honum ein fragd og gleði at skriva lestrarnar. - Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju, sigur biskupur.