Føroysk bókmentasøga 2 er um bókmentirnar í broytingaríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum.
Tað er eisini nýskapandi, at hetta bindið meira enn eldri bókmentasøgur lýsir barnabókmentir, átrúnaðarligan skaldskap og skaldsligar týðingar í árunum 1900-1939 sum týdningarmikil evni.