Tá ið ST í 1945 eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata síni hjálond frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi sleppa Grønlandi. Men tað hendi ikki, og ymsar danskar stjórnir snýttu í 40- og 50-árunum bæði grønlendingar og ST fyri at varðveita Grønland sum part av Danmark. Tað fór illa við grønlendskari mentan, grønlendska málinum og ikki minst grønlendsku børnunum.
Børn í heimsveldi sigur á fyrsta sinni frá tí ógvisligu og skakandi søguni um ein tann myrkasta kapittulin í danskari hjálandasøgu og kannar gjølla, hvat ið hendi, tá ið politikarar og embætisfólk gjørdu av at gera Grønland danskt og gera oynna til ein danskan landslut. Tað varð gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum um ST-leiðreglurnar, við at ganga ímóti tilráðingum frá fremstu løgfrøðingum í Danmark og við at seta í verk nýggjar skipanir, ið skuldu gera grønlendingar danskar.