Henda bók er tann áttanda í ritrøðini, sum fer at fevna um níggju bøkur 1687-1892.
Sandoyar kirkjubók 1719-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum sandoyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum fimm sóknunum í Sandoyar prestagjaldi: Heima á Sandi, Skálavík, Húsavík, Skúvoy og Stóru Dímun. Her kann síggjast hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.