Reyði Krossur Føroya heldur at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri fólk eru før fyri at geva fyrstuhjálp, tess størri tryggleka fáa vit øll somul í gerandisdegnum.
Hendan bókin vendir sær til tín, sum skalt læra fyrstuhjálp og er fyrst og fremst ein lærubók at brúka í undirvísing í fyrstuhjálp.
Bókin hevur nakrar einfaldar fyrsthjálparvegleiðingar, sum eru stuðlaðar við myndum.