Kom við á flog kring Føroyar og síggj landið úr óvanligum heraðshornum. Síggj tað í illveðrið og góðveðrið, ymiskum ljósi og ymsum árstíðum.
Alt samdøgrið.
Set teg væl til rættis og njót Føroyar. Gleð teg, vinir tínar og tíni næstu við hesi uppliving.
Andreas Mouritsen hevur flogið tyrlu í Føroyum í 25 ár, og hann hevur tikið nógvar myndir á sínum mongu ferðum um landið.
Í hesi bók er eitt úrval av nýggjum og gomlum myndum, tiknar gjøgnum árini.