SORGARMARSJURIN er triðja søgan og snýr seg um ein mann, sum í fyrstuni starvast í lýsingavinnuni, men sum so við og við flytur seg yvir í tónlistina.
Samandrattur:
„Eg var farin í hetta húsið, tí eg skuldi gera tónleik. Hóast tað eri eg ikki tónaskald, ikki misskilja meg, men mær dámar at seta tónleik á blað. Síðan eg lærdi at skriva nótar, tá ið eg var átta, níggju ára gamal, havi eg krutlað mær tónar, sum eru komnir til mín uttanífrá. Koma teir ikki innan úr høvdinum? kundi onkur spurt, men eg hevði trupulleikar við at svara tí spurninginum.