Sigri M. Gaïni nemur við kjarnan í nøkrum heimspekiligum hjartatáttum, sum vit javnan kjakast um, og hevur sett saman eitt íkast til kjakið um fleiri av teimum heilt stóru tilveruspurningunum. Millum mongu spurningarnar eru hesir: Hvat er tað góða lívið? Hvat er eitt frælst menniskja? Eru universell rættindi til? Er talufrælsi tað týdningarmesta virðið í fólkaræði?Eiga vit at hava lógir ímóti haturstalu?Er tað okkara skylda at gera tað, ið rætt er? Hvussu skapa vit eitt rættvíst samfelag?