Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jörðini.
Her verður kærleikin tikin fyri í mongum brigdum: kærleikin millum makar, millum systkin, millum börn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum mentanum. Í skaldskapi og list.
Hetta er ein ferð um kærleikan og kor kærleikans í tíðini, sum er, og í tíðum, sum vóru, úti sum heima. Við støði í egnum lívsroyndum skapar høvundurin lesaranum eina mynd av íslendskum samfelagi og íslendskari samtíð frá útsýnisstaði kærleikans, dýpkaða við skuggum úr heimspeki, fornfrøði og øðrum mentum, ikki síðst kvinnufrøði.