Hon er meinaleys og stuttlig í sínum sjálvspeiliga mutlandi frásøgustíli.
Men eisini í lítlu bygdini er ein tilvera, sum er fylt við ást, girnd, falsi, øvund og spenningi – enntá ídnaðarnjósning, sum eingin gevur sær far um.
Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari, er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki. Vit koma inn í umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum, moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar.
Ein stórbær og undirhaldandi skaldsøga.