Stoltleiki og eyðmýkt í hornatøkum. Neyðin rekur ein mann út hagar, ið øll siðmenning verður skrædlað omanav, og eitt nakið, hungurstungið og fjáltrandi menniskja situr eftir.
Hann hittir eina vælbjargaða gentu, sum ger, at fátæktin verður uppaftur sjónskari og beinleiðis rívur í eyguni.
Hamsun kavar niður í sálardýpið og lýsir fepurgyklið hjá manni, ið er heilt úti á ytstu trom. Men kortini vinnur vónin á øllum. Vónin um eitt betri lív sloknar ongantíð.
SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa fótafestið aftur í lívinum.