Ein rørandi søga um listakonuna og konuna Karitas. Um hennara ótálmandi tráan eftir at vera listafólk og um hennara iva, um familjuna og kærleikslívið. Bókin er framhald av Karitas – við ongum heiti, sum Sprotin gav út í 2015.
Nú er Karitas um miðjan aldur, er farin í útlegd í einari lítlari fjarskotnari smábygd, Eyrarbakka, í Íslandi í 1945. Í fyrru bókini fóru vit frá henni sum listakonu, ið mátti fylgja kalli sínum. Børnini eru komin undan, fyri fyrstu ferð kennir hon, at hon er fræls og kann mála burturav. Men hon er samstundis innilæst. Ein, ið altíð hevur hámett hana, kemur inn í tilveruna, og hon fær dirvi til at fara út í heim. Til París og New York og Rom – at mála og liva. Men tá hon endiliga skuldi vera fræls, hendir aftur okkurt óvæntað.
Vit fylgja lagnu Karitas í beinum tíðarraði frá 1945-1999 í eg-sniði, sum upp á skift hevur katalogbrot um myndirnar, so skaldsøgan eisini kann lesast sum eitt listakatalog við greinandi viðmerkingum til verkini.