Í formæli sínum til yrkingasavnið skrivar Eyðun á Borg, lærari:
Hugtakandi yrkingar, málsligar perlur og yndislig myndlist. Kajfinn Hammer er hovbingur, búsitandi í Kollafirði. Við hesum yrkingasavni hevur hann prógvað sína dygd bæði sum yrkjari, mállistamaður og myndlistamaður, við tað at hann eisini hevur myndaprýtt savnið við egnari hond. Her hava vit eitt savn við sera vøkrum og beinraknum fosturlands-, náttúru- og kærleiksyrkingum. Náttúrulýsingarnar eru máttmiklar og samstundis yndisligar. Málsliga er talan um valaverk. Tú undrast og spyrt, hvaðani yrkjarin hevur allar hesar djúptøknu lýsingar og máliskur. Yrkjarin er eisini tónleikari, og tískil fellur tað honum lætt at yrkja við taktføstum ljóðlagi, endarímum og einstøkum stavrímum. Í yrkingasavninum finna vit lovprísan av skapanarverkinum, takksemi fyri lívið og barnaárini, og vit hóma eisini sterkan fosturlandsalsk og tjóðskaparliga frælsistrá í barmi yrkjarans. Yrkingalagið fær teg at hugsa um onkrar av okkara frægu, gomlu yrkjarum.