Hjalmar Ekdal er giftur Ginu, og hann heldur, at hann er pápi 14 ára gomlu Hedvig.
Ein barndómsvinur hansara, Gregers Werle, avdúkar, at tað er faðir
hansara, handilsríkmaðurin Werle, sum hevur gjørt tænastugentuna Ginu við barn,
áðrenn hon fann sær Hjalmar.
Beint øvut av tí, ið Gregers ætlaði, vil Hjalmar síðan ikki kennast við
Hedvig, sum annars hevur elskað hann yvir alt. Tað fær syrgiligar
fylgjur.
Villdunnan varð skrivað í 1884.