Astrid hevur ein dreym um sjálv at gerast rithøvundur og ger av at søkja um farloyvi og flyta til Føroya at skriva.
Hugtikin av sagnverum og undarligum skepnum fer Astrid undir at savna saman tilfar. Lagnutræðrir úr barnaárunum verða flættaðir saman við løgnum upplivingum í Havn, so hon stundum er um at missa fótafestið. Ikki minst, tá ið hon hittir ein havnarmann , ið er heilt øðrvísi enn alt, Astrid higartil hevur møtt. Tíðin í Føroyum fær hana at taka lív sítt til umhugsanar av nýggjum, og tá ið ferðin er at enda komin, er Astrid ikki tann sama, sum hon var, tá ið hon fór heiman.