Dumbledore hugdi at Harry gjøgnum mánaskapaðu brillurnar. “Tíðin er komin,” segði hann, “tíðin er komin at siga tær tað, sum eg skuldi havt sagt tær fyri fimm árum síðani. Set teg niður Harry, vælsignaði set teg niður. So skal eg siga tær frá øllum.” Summarfrítíð er, og skjótt fer Harry Potter undir fimta árið á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist. Onnur skúlabørn njóta summarfrítíðina, men ikki Harry, og henda summarfrítíðin hevur verið verri enn undanfarnar. Dursley fólkini, sjálvandi, eru sum vanligt ógvuliga óblíð við Harry, men eisini bestu vinir hansara, Ron og Hermione, gloyma hann. Harry tímir ikki meira. Hann hugsar um, at hann verður noyddur at gera alt, hann kann, fyri at sleppa undan at vera har. Harry gleðir seg nógv at byrja aftur í skúlanum, men hann veit ikki av, at tað komandi skúlaárið fer at venda lívið hansara upp og niður… J.K. Rowling heldur á at gera lesaran bæði fegnan og bilsnan. Fáur høvundur hevur sum hon megnað at rúnarbinda lesaran við so skapandi, krevjandi og hendingaríkum frásøgukynstrið. Bergur Rasmussen týddi