Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta niður epli og sáa grønmeti. Tað er nú ikki akkurát tað, ið frensurin Findus dámar best. Hann vil heldur seta frikadellur niður, og tað ger hann so. Nú er bara at vatna og bíða. Men alt verður øðrvísi, enn teir høvdu væntað. Fyrst eru hønurnar, ið oyðileggja veltuna, so er tað... ja, hvør man tað vera? Hóast tað eru nógv spor og ongin epli eftir í jørðini, so er tað ikki so lætt at finna tann seka