Føroyar eru fyri ágangi frá felagsskapum, sum vilja steðga grindadrápi. Og tá ið tvey umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar, er eldur í koluni. Hannis Martinsson roynir at fáa høpi í hendingarnar, og um somu tíð liggur onkur honum eftir lívinum.