Ó-, tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Eingin veit, hvaðani hann er upprunnin ella hvør hann er. Men djevulskapurin breiðir seg frá honum gjøgnum farna og farandi tíð døkkur og tivildarligur sum ein deyðilig smitta, sum ein pest. Har hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi. Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann. Royndir hansara at noyða hjarta sítt til trúgv hava ein øðrvísi djevulskap við sær, ein djevulskap, ið stendur til einstaklingin. Millum hesi útmørkini fara søgurnar í Ó- víða um í tíð og rúmi. Frá trýss árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandi, heilt at Svartahavsstrondum. Og fjølbroytni vantar ikki. Hvør síða yður av lívi og menniskjanskapi í øllum hugsandi avbrigdum. Ó- er eitt eindømi í føroyskum bókmentum bæði í vavi og dygd. Bókin sameinar hevd og nýbrot í eina frásøgn, sum í senn er fyndug, djúp og djevulska spennandi.