Saurons megi hava hertikið tað mesta av Gondor, og tað áður so stolta kongaríki leggur teirra lagnu í hendurnar á Aragon, sum leitar sær hjálp hjá gandakallinum Gandalf og konginum Rohan. Ímeðan eru hobbittarnir Frodo og Sam á veg til Mordor, hvar teir ætla at kasta ringin í Eldfjallið. Um hetta eydnast, kan kríggið vinnast einaferð med alla.
---
J. R. R. Tolkien
Tann, sum hevur skrivað bókina er J. R. R. Tolkien. Hann var eingilskmaður, men langt afturi í ættini var ein av forfedrum hansara komin úr Týsklandi, og eftirnavnið ber brá av tí. Tað sigst, at tað upprunaliga skal hava verið Tollkühn, ein sum hevur skil á gandi, men tað visti eingin nakað um í hansara uppvøkstri. Forbókstavirnir standa fyri nøvnunum John Ronald Reuel. Hóast bæði foreldrini vóru ensk, so var hann føddur í Suðurafrika í 1892.