Í sjeyndu og seinastu bókini Harry Potter og arvalutir Deyðans svarar J. K. Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið nógv hava bíðað spent eftir. Vit sleppa at lesa um endaligu uppgerðina millum Harry Potter og ónda gandakallin Voldemort. Nógv fokus hevur verið á bókarøðini um Harry Potter, síðan fyrsta bókin um henda serliga dreingin, sum ongi foreldur eigur, og sum verður so illa viðfarin, kom út í juni 1997.