So er hon komin út, Skakandi tilburðir 5. Sagt verður frá dramatiskum hendingum ymsastaðni í landinum: Úr Hvalba, Tvøroyri, Skopun, Skúvoy, Sørvági, Miðvági, Sandavági, Vestmanna, Strondum, Fuglafirði, Leirvík Millum hendingarnar eru frásagnirnar, tá ið at skalvur leyp á húsini hjá Honnu og Jens Elias Joensen í Fuglafirði. Skiparin á norska hvalabátinum ”Lamas”, sigur frá, tá ið teir bjargaðu manningini á tvørasluppini ”Albert” á Kappanum, og aðrar skelkandi hendingar. Bókin er 129 blaðsíður og kostar 259 krónur.