Tá sá hann nakað grønt skyggja í einum fjøruhyli. Fyrst helt hann, at tað var ein slýggjutur steinur, men hann hevði neyvan glógvað soleiðis. Hann hálaði troyggju¬ermuna upp og stakk hondina niður í hylin. Hon kom upp aftur við einum grønum steini, sum var óvanliga tungur. Í hvussu er eini fýra pund, hóast hann bara var einar sjey tummar til longdar og einar tveir til tjúktar. Tað var einki slýggj á steininum, og drongurin sá nú, at tað var ein standmynd, sum ímyndaði ein mann. Men ein tílíkan mann hevði hann aldrin áður sæð. Færøernes Mellem- og Realskole er ein vakran dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvir ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. Hóast Hannis ikki hevur nógv álit á, at tað skal lukkast at finna fram til nakað so nógv ár seinni, tekur hann av. Brátt er hann fløktur inn í eina røð av ósvaraðum spurningum og deyða.