Øll hava hoyrt navnið Petur Alberg, tá ið vit hoyra tjóðsangin og fáa at vita, at Petur Alberg gjørdi lagið. Men tey eru fá, sum vita nakað um mannin. Tann 15. desember eru 125 ár síðan, hann var føddur. Tað er í hesum sambandi, at henda bókin verður útgivin fyri at reisa honum ein varða. Petur Alberg var eitt beskeðið menniskja, sum ikki gjørt nakran háva burtur úr sær sjálvum. Men hann skrivaði nógv, og henda bók er bygd á tilfar í hansara skjalagoymslu og er stórt sæð endurgivið, sum hann skrivaði tað. Hann byrjaði longu sum 12 ára gamal í 1898 at skriva eina dagbók, sum á ein hugtakandi hátt lýsir lívið serliga í Havn. Um hesa dagbók sigur Erling Olsen, fyrrverandi formaður í Fólkatinginum: “... jeg er vildt imponeret af ... Peturs dagbog. Han har både været en ualmindelig opmærksom dreng, som har suget en masse til sig, og så har han været i stand til at gengive sine indtryk på en sådan måde, så man tror, at der en professionel skribent, der har lavet dagbogsoptegnelserne....” Umframt eru í bókini fleiri áhugaverdar frásagnir. Ein teirra er júst søgan um, tá ið Petur sum bert 22 ára gamal gjørdi lagið til “Tú alfagra land mítt”, uttan at vita, at hetta fór at gerast okkara tjóðarlag. Eisini er søgan um onnur løg hann hevur gjørt í bókini. Afturat hesum er millum annað frásøgn um ungmannafelagið í Havn, um politisku kreppuna í 1918, tá ið donsku embætismenninir søgdu upp og um Hotel Djurhuus (Vertshúsið). Bókin er eitt rættiligt íkast til Havnar og Føroya søgu.