Summarið 1948 búgva Tróndur og pápi hansara á einum ærgi við eina stóra á tætt við markið til Svøríkis. Eitt summar við skóghøgging, timburfloyting, rossum, hoygging, hita, regni, villum dreingjaleiki og kæti í búningarárunum – og tí døkka dáminum av deyða og sviki og forbodnum kærleika. Tróndur er fimtan. Tað, sum hann upplivir hesar summarvikurnar, kemur at merkja hann alt lívið. Stívliga fimmti ár seinni flytur hann inn í eina fjarlagda, lítla smáttu við eitt vatn saman við hundi sínum. Her roynir hann at skapa sær eina nýggja tilveru, langt burtur frá lívinum sum býarbúgvi og fyritøkumaður. Dreymur hansara hevur altíð verið at búgva á plássi sum hesum. Næsti granni hansara her vísir seg at vera ein annar vongskerdur, gamal maður, ein, sum hann kendi fyrr, og sum hann noyðist at taka støðu til. Summarið 1948 fer so smátt at plága hann – og kanska er tað ov seint at sættast við tað farna.