Bókin “3 Gullkorn um dagin” hevur nærum 1100 vísdóms- og hittinorð, sum klók, flest vælkend og nøkur minni kend fólk, útlendingar og nakrir føroyingar, hava ríkað okkara vesturlendska siðaarv við gjøgnum tíðirnar. “3 Gullkorn um dagin” er skipað soleiðis, at fyrsta sitat hvønn dag í árinum snýr seg um kristindóm, er eitt nú vers úr Halgubók, sálmabrot og vís ráð frá trúarkappum um innihald og endamál við mannalívinum. Tað næsta dagliga “gullkornið” eiga vitug vinnulívsfólk, uppfinnarar, politikarar, teinkjarar, høvundar og mentafólk, menn sum kvinnur (mest tær farnu tvær øldirnar). Hesi sitatini fáa okkum øll at hugsa og síggja meir málvíst, og tey eggja og stuðla øllum til eitt betri og ríkari lív. Triðja “gullkornið” kann vera eitt mergjað orðatak, nøkur hittin- og vísdómsorð, ella stutt skemt. Alt er orðað so, at tað hevur vit og bit.